Saksaber var um vikuskiftið í Liavåg í Noregi við 570 tonsum av góðari sild. Teir byrjaðu at landa leygardagin, og vórðu lidnir í gjár og mynstraðu nýggjan túr beinan vegin, skrivar reiðaríið á heimasíðuni.
Saksaberg hevði roynt við nót í altjóða sjógvi. Sildin, sum teir fingu, var góð; vektin var umleið 400 gram í meðal, og fyri hana fekk Saksaberg umleið 3,60 fyri kilo.