Saknur í Gudmundi

Eg gjørdist sera illa við, tá tað frættist, at Gudmund Isfeldt, ikki var aftur í aftur komin eftir eina vanlukku á Nólsoyarfirði. Bráddliga runnu fram fyri einum allar tær mongu og góðu løturnar í hitarúminum í Svimjihøllini í Havn - saman við hesum sera dámliga, fryntliga og siðiliga manninum

Stórur er saknurin hjá hansara nærmastu men eisini hjá okkum, sum hava verið so heppin at hava verið saman við Gudmundi, tá vitjað var í svimjihøllini. Hóast eg kanska burdi kent Gudmund meira frá felags uppvakstrarumhvørvinum við Rættará, tó at mong ár vóru ímillum okkum, so kom eg ikki at kenna mannin ordiliga ella betri fyrr enn vit møttust í tí vælsignaðu svimjihøllini í Gundadali. Gudmund var nevniliga millum teir ídnastu at leggja sær leiðina niðan í svimjihøllina seinnapartar ella út á kvøldið eftir strævnan arbeiðsdag til at mýkja vøddarnar, finna sær hvíld og at vera saman við góðum fólki.

Sitandi á ovasta bonki í hitarúminum og harvið við góðum útsýni yvir hetta lívgevandi høli plagdi eg at lýða á, meðan Gudmund lá har gólvinum, saman við øðrum góðum monnum, og smáfilosoferaði ella segði sína hjartans meining um ymisk gerandismál í høvuðsstaðnum ? ja, har lá hann oftani við hondunum aftan nakka, mest álíkur einum av gomlu víkingunum við sínum stóra og síða skeggi. Ein sjarmerandi og livandi kempa. Ein persónur, sum tú við nærri bekentskapi, fór at halda av og vera góður við. Ein persónur, sum hansara hitarúmsfelagar fara at sakna nógv. Loyvi mær at halda, at eg tali teirra vegna eisini.

Her í hitarúminum kemur oftani so mangt áhugavert og stuttligt fram. Her finnur tú bæði gaman og álvara. Her finnur tú høgar og lágar, sum bráddliga allir gerast javnlíkar bæði so og so í tí nakna umhvørvinum. Her hevur tú stundir at lýða á og fylgja prátinum. Onkuntíð eru menn sera mælskir og engageraðir, aðrar tíðir er tað bara vanligt hitastovuprát, men altíð verður endað í sátt og semju, sum var tað ein stór og góð familja her sat. Tað er sum um hitin kølir sinnið, heldur enn tað øvugta so løgið tað kann ljóða. Tað var so í hesum umhvørvinum, at eg koma at kenna Gudmund. Nú hann er farin irðir tú um, at tú ikki oftari lýddi á og tosaði við hann.

Og tí kann tað eisini tykjast so lítisvert og innantómt nú aftaná at bera Gudmundi nøkur góð orð. Hann er jú farin, men vónandi kunnu hesi fáu orð lívga hjá teimum, sum hava mist ein av sínum nærmastu. At tit vita, at Gudmund og hansara hitarúmsfelagar høvdu mangar hugnaligar løtur saman í hesum heldur óvanliga umhvørvinum. Hetta skal tí vera ein vælmeint og ærlig heilsan frá einum, sum kom at kenna Gudmund betri tær óteljandi og ógloymandi løturnar í hitarúminum í Gundadali. Nú hann er farin frá okkum standa tær mongu diskutiónirnar millum hann og mangar aðrar góðar menn, og sum altíð fingu ein siðiligan enda, so krystalklárar fyri einum. Gudmundur hevði sínar meiningar og kundi vera avgjørdur. Hann hevði altíð eina stutta viðmerking, sum hann bar virðiliga og høviskliga fram, og tú kendi teg altíð javnsettan og væl viðfarnan, tá tú hevði skift orð við hann ella bara lurtað eftir honum. Hann var maðurin við tí góða orðinum tá samanumkom.

Mong hava mist við deyða Gudmunds. Eisini vit frá hitarúmsumhvørvinum í Svimjihøllini í Gundadali hava mist nakað virðismikið, nevniliga menniskjansligu hjáveru tína Gudmund. Tøkk fyri allar løturnar. Hvíl í friði góði vinur.

Jan