Ein av teimum, sum í ár hevur gjørt nógv um seg á unglingaliðnum hjá HB, er Emil N. Leifsson. Hann varð í summarsteðginum læntur til ÍF, og tá ÍF ikki hevur nakað unglingalið, væntaðu tey í HB, at hetta í øllum førum ikki fór at skapa nakrar trupulleikar.
Men tað gjørdi tað nú kortini. Skiftið til ÍF varð nevnliga gjørt beint undan evstamark av spælaraflytingum. Skuldi spælarin samstundis verið partur av unglingaliðnum hjá HB, so skuldi felagið søkt um loyvi til hetta, áðrenn 10. august. Tann dagfestingin var farin, tá HB ætlaði at brúka spælaran í unglingadeildini, og so mátti liðið altso klára seg uttan týdningarmikla miðvallaran í seinastu týðandi dystunum.