Vantandi havísur og toskaloysi raka fiskiídnaðin í Kangaatsiaq-økinum í Grønlandi hart í hesum døgum.
Mangur kundi kanska hildið, at vantandi havísur gjørdi, at útróðrarmenn í økinum høvdu betri veiðimøguleikar. Men so er ikki. Tað vísir seg nevniliga, at stóru broytingarnar í veðurlagnum í økinum hava ført til versnandi veiðimøguleikar.
Tað skrivar Sermitsiaq.ag.
Sagt verður, at havísurin enn ikki hevur lagt seg við Kangaatsiaq og bygdirnar í økinum, og hetta meta fiskimenn vera ein orsøk til, at fiskiveiðan í økinum í løtuni liggur í andaleypi.
Ole Siegstad, sum er formaður í fiski-og veiðimannafelagnum í Kangaatsiaq, sigur, at tað í løtuni ikki ber til at liva av tí fiskiskapi, sum er. Áður bar til um hesa tíðina á árinum at fiska á havísinum, men tað ber ikki til longur.
- Tað eru framvegis vónir um betri tíðir, og sum tíðin gongur, fara vit at síggja, um toskastovnurin fer at veksa aftur til várs. Men, um tað ikki hendir, er orsøkin kanska, at toskurin er farin á aðrar leiðir, sigur Ole Siegstad í samrøðu við Sermitsiaq.
##med2##