Urd Traðará og Vivian Joensen eru millum tey mongu, ið hava valt at fara á Summarfestival í ár.
- Eg havi verið her síðan mánadagin. Vit búgva trý í einum húsvogni, so tað er ordiliga kul, sigur Vivian, sum er úr Sørvági.
- Eg havi sjeik her norðuri, so eg búgvi hjá honum, sigur Urd, ið er úr Fuglafirði.
Vinkonurnar, sum fyri tíðina báðar búgva í Ålborg, har tær lesa og spæla flogbólt, eru fastir Summarfestivalgestir.
- Fyri meg er tað eitt must at koma higar. Eg havi eisini verið á hvørjum festivali uttan tvey tey fyrstu árini, sigur Urd.
- Man má koma. Øll eru her, so tað er her, at man møtir fólki, sigur Vivian avgjørd.
Hóast flogbóltsgenturnar eru glaðar fyri festivalin, so manglar tó prikkurin yvir i’ið.
- Vit sakna ógvuliga nógv Dynamitt. Teir vóru bókstaviliga Summarfestivalurin, sigur Vivian.
- Man dugdi allar teirra sangir, so har kundi man veruliga syngja við, sigur Urd.
Dynamitt máttu Vivian og Urd so vera fyriuttan í ár, men hinvegin hava tær notið aðrar bólkar á festivalinum so sum Mika, Grandma’s Basement og Tinganest.









