Sakna einans eitt spælipláss

Okkum dámar sera væl nýggju farstøðina, men her manglar eitt spælipláss til børnini.

“Okkum dámar ordiliga væl”, siga Anja og Jákup Lauritsen, tá eg spyrji tey, hvat teimum dámar nýggju farstøðina.  Serliga eru tey glað um nýggja tollfría handilin, ið tey siga, er nógv meiri innbjóðandi enn hin gamli.

 

Les eisini Fuglurin er ein ímynd av frælsi

 

“Her er nógv betri pláss, serliga eftir at ein er farin gjøgnum trygdareftirlitið. Hin gamla farstøðin hevur verið ov trong í langa tíð, so hetta var upp á tíðina.” Tey gleðast eisini um, at fleiri stovnar flyta inn á flogvøllin, so sum Posta og TAKS. “Nú búgva vit í Sørvági, so vit gleðast um, at hesir stovnarnir flyta nærri okkum.”

 

Les eisini Hetta er mítt lívsverk

 

Tey undrast tó á, at einki spælipláss er nakrastaðni. “Tað var tað fyrsta børnini runnu til á gomlu farstøðini, og tað tykist løgið, at einki spælipláss er í tí nýggju. Vit fara tó ikki at sakna tað gomlu”, siga tey at enda.

 

Les eisini Ein góð kensla