Á kvøldi tann 11 september í 2001 vóru vinir og familja hjá Ingun og Sámuel savnað at ynskja teimum góðan byr í samband við, at tey skuldu fara til Onglands at lesa.
Sum flestu kunnugt var hetta dagurin, har stóra yvirgangsálopið í New York hendi, og júst hetta setti sín dám á kvøldið. Prátað var um tað, og sjónvarpið vísti tespuligu myndirnar av hendingini.
Bæði familja og vinir vóru bangin um tað unga nýgifta parið, sum júst dagin eftir skuldi leita sær uttanlands, men hendingin tóktist ikki at ávirka hvørki Ingun ella Sámuel.
- Tað einasta vit vóru bangin fyri, var, um hvussu tað fór at eydnast okkum at finna okkurt at búgva í, sigur Ingun, tá tey greiða frá hesari heldur undarligu fráferð.
Sjálv ferðin gekk væl, tey merktu einki til økt eftirlit á sjálvum flogvøllunum, og als ikki í Føroyum.
Fýra ár seinni, tann 7. juli í 2005, var aftur galið, tá enn eitt yvirgangsálop hendi. Hesaferð var tað í London.
Ingun og Sámuel høvdu fingið vitjan úr Føroyum, og tey høvdu sett júst henda dagin av, tá álopið hendi, at fara til London, men tann túrurin varð til einkis.
- Tað eru nógv fleiri løgreglufólk úti á gøtuni í dag enn fyrr, sum jú er ein avleiðing av álopunum, svarar Sámuel, tá hann verður spurdur um, hvussu yvirgangsálopini hava ávirkað tað vanliga lívið í Leeds.
Fullu væl inn
Hóast hesar hendingar so hava tær ikki órógva tey bæði og teirra lestrarútbúgving.
Ingun tók eina diplom-útbúgving í design, sum er eitt grundskeið til innandura arkitekt, meðan Sámuel byrjaði uppá eina “Creative Music and Sound Technology” útbúgving á Leeds Metropolitan University.
Ingun fann útav eftir einum árið, at hon ikki vildi halda á við design útbúgvingin, og fór í staðin undir eina bachelor útbúgving í enksum og sponskum, sum hon varð liðug við á sumri 2005. Stutt eftir fullførdi Sámuel sína Masters í “Creative Technology”.
Eftir lokna útbúgving fóru tey bæði eitt skifti til Coventry á bíbliuskúla, og har vóru tey í eitt ár, og síðani fluttu tey aftur til Leeds.
Ingun fór undir sína Masters útbúgving í “English Language Teaching and Materials Development” á Leeds Metropolitan University, og hon vónar at verða liðug við hana hvørja løtu.
Sámuel byrjaði at arbeiða í Carphone Warehouse, sum er ein stór handilsketa í Onglandi, sum selur fartelefon- og internethald umframt fartelefonir.
Hóast Sámuel ikki hevur nakra leiðslu útbúgving, so gekk ikki long tíð, áðrenn hann varð fluttur fram til starvsfólkaleiðara.
Ein kann kanska spyrja, hví hann ikki valdi sær eitt arbeiði innan yrkið, ið hann jú hevði lisið til. Til hetta svarar hann:
- Tey arbeiði eg leitaði eftir vóru øll sáttmálabundin, og tá vit vóru í einari støðu, har vit ikki vistu, um vit fóru at flyta úr Onglandi, so mátti eg hava okkurt, sum ikki var so bundi, sigur Sámuel.
Tað angrar hann ikki, tí hann hevur lært nógv innan leiðslu og at arbeiða í einum sera krevjandi umhvørvið.
Nevnast kann, at í síðsta mánað varð Sámuel tann persónurin hjá Carphone Warehouse í øllum Bretlandi, sum seldi mest, tí ber væl til at siga, at ein sølumaður finst í honum.
Umframt hesi brøgd hevur Sámuel eisini innspælt fløgur, spælt saman við millum annað heimskendu Corinne Bailey Rae, sum er úr Leeds og ljóðblandað fleiri konsertir.
Øðrvísi gerandisdagur enn í Føroyum
Ingun og Sámuel hava trivist sera væl øll hesi árini í Onglandi. Tey fullu skjótt inn í tann enska gerandisdagin við vinum frá samkomu og frá universitetinum.
- Men vit hava altíð longst heim til Føroya, er Ingun skjót at svara, tá tey greiða frá gerandisdegnum í Leeds, tí einki er at ivast í, at stórur munur er á tí føroyska og enska gerandisdegnum.
- At ganga í býnum og eingin kennur teg, er heilt serligt, samanborið við um tú fert ein túr í býin í Havn. Tá heilsar tú uppá minst 10 fólk, sigur Sámuel.
Júst tað at ganga í býnum og shoppa er nakað, tey bæði eru á einum máli um, at tey fara at sakna, tá tey flyta heim. Leeds er ikki nakar stórur býur samanborið við London, men her eru so nógvir lekrir handlar, greiðir Ingun spent frá.
- Vit hava tó saknað, at fólk bara stókka inn á gólvið, sum jú er vanligt í Føroyum, hóast vit hava upplivað, at fólk í Norður Onglandi eru meira vinarlig enn fólk í Suður Onglandi, sigur hann.
Livikorini eru eisini heilt øðrvísi enn í Føroyum.
- Alt eg minnist, hava vit havt termorútar heima í Føroyum, men her verður nevnt í lýsingum, sum er tað nýtt og nakað heilt serligt, greiðir Sámuel flennandi frá.
Hann fortelur eisini um, at Ongland ikki er nakað moderna samfelag, samanborið við Danmark og Føroyar. Millum annað koma internet bankaflytingar, soleiðis sum vit kenna tað í Føroyum, í gildi fyrst komandi ár. Sum nú er, tekur tað tríggjar til fimm dagar at gera eina flyting frá einari konti til aðra, og tá er líka mikið, um ein ger tað via telefon ella via internet.
- Men eg komi at sakna internet við 20 mb ferð og 250 sjónvarpsrásir við HD og recording og heimatelefon fyri lítið og einki, leggur hann aftrat.
Avgerðin um at flyta heim
Síðan á jólum hava tey gingið við tonkum um at flyta heim aftur á klettarnar.
- Tíðin er komin, siga tey bæði avgjørd.
- Vit hava bæði nátt tað, vit komu her til. Vit leingjast eisini nógv eftir familjuni, og vit vilja eisini byrjað okkara egnu familju.
Tey hava góðar vónir til at byrja eitt nýtt lív í Føroyum, hóast tey bæði skulu venja seg av við millum annað at práta enkst og at koyra bil á vinstru síðu.
Eitt tað fyrsta tey fara at leita eftir, er einum húsi. Høgi húsaprísurin ger, at tey kanska fara at leita sær eftir einum húsum uttanfyri Havnina.
Í Onglandi er skattagjaldið á leið 20 prosent, men hetta heldur Sámuel ikki fer at ávirkað tað stóra, tá tey eru flutt heim, tá skattagjaldið hækkar munandi teirra vegna.
- Lønin er tilsvarandi lág, og tað gongur stórt sæð uppá tað sama, heldur hann.
Fara at sakna Leeds
Tað er eingin ivi um, at Ingun og Sámuel fara at sakna lívið í Ongland, har tey hava liva væl í næstan sjey ár.
Tey er bæði samd um, at tey fara at sakna vinir, meðan tey eisini nevna tað stóra úrvalið av konsertum, matstovum og handlum, sum tey nú eisini mugu liva fyri uttan.
Eitt er sikkurt og vist, í framtíðini verða Ingun og Sámuel ikki líka anonym, tá tey fara ein túr í býin.
Hvat vildu tit tikið við tykkum til Føroyar úr Onglandi
Tað stóra úrvalið av handlum og matstovum. 20mb internet ferð, sama sjónvarpsgjald sum í Onglandi (umleið 1000 krónur um árið) og bíligar bilar– Sámuel.
Trø og plantir – Ingun.
(Mynd av Ingun og Samuel)
... um Leeds United
“Ááá nei, teir eru so vánligir” – Bæði í senn. Too little too late. Eg haldi við Manchester United, og eg havi funnið út av eg skal ikki snakka hart um tað í ávísum samanhangum, tí Leeds United hevur nakar svakar fjepparar. Men tilflytarnir í Leeds hava gjørt tað at Manchester United kann góðtakast – Sámuel.
... um Corienne Bailey Rae
Hon er ein sera fittur persónur. Hon er eisini ein ordiliga góður sangari og listakvinna. Keðiligt at maður hennara doyði herfyri, tað var sera hart fyri hana. Hon er eitt gott umboð fyri Stóra Bretland.
(Mynd av Ingun og Samuel)
... um Leeds
Super býur. Akkurát passaligur til mín. Her er alt einum tørvar og meira enn tað. Hann er stórur, men ikki ov stórur. Tó kundi fleiri stórar konsertir verið her, men Manchester er tætt við, og har eru ofta stórar konsertir – Sámuel.
Super úrval av handlum – Ingun.