Týskvøldið skipaði Miðlahúsið í Vágsbotni fyri Trapputingi um Fólkakirkjuna. Høvuðsevnið á fundinum var, hvat føroyingar vilja við kirkjuni, nú politiskur meiriluti tykist at vera fyri at yvirtaka hana á ólavsøku.
Við pallborðið sótu Jákup Reinert Hansen, formaður í prestafelagnum og limur í kirkjuliga fylgibólkinum, Jens Mortan Mortensen, formaður í Urguleikarafelagnum, Annita á Fríðriksmørk, tjóðveldistingkvinna og Poul Michelsen, fólkaflokstingmaður. Tey bæði síðstnevndu umboðaðu ávikavist andstøðu og samgongu og sita bæði í politiska fylgibólkinum. Orðstýrari var Jón Brian Hvidtfeldt, útvarpsmaður.
Fundurin var bæði siðiligur og upplýsandi – og ikki minst drúgvur. Byrjað varð kl. 20, og tey seinastu fóru ikki úr Miðlahúsinum fyrr enn umleið klokkan 23 eftir eitt umfevnandi kjak aftur við einum kaffimunni, ið er fastur táttur á Trapputingunum.
Farið varð rættiliga víða á fundinum. Spurt varð m.a., hví vit skulu yvirtaka kirkjuna, um læra kirkjunnar verður nóg væl tryggjað, hvønn leiklut leikfólkini í kirkjuni skulu hava framyvir, hvør skal vera “yvirhøvd” og í hvønn mun gongdin í yvirtøkuarbeiðinum er nøktandi.
Luttakararnir við pallborðið bóru nógv fyri brósti og brúktu ikki so lítið av tíð til at koma við sínum sjónarmiðum. Eitt nú valdi formaðurin fyri urguleikararnar at spæla sálmalagið “Eg skar mítt navn í grein ta hvítu”, meðan hann á stórskíggja vísti, hvussu hetta varð spælt á urgu. Hetta brúkti hann til at vísa, at vit eiga nógvar fínar urgur í Føroyum, men at hetta ikki merkir, at vit hava fólk, ið duga spæla.
Kjakið gekk væl, og talan var meira um eina sakliga debatt, har argument og upplýsing vóru í hásæti, heldur enn smápolitiskt kegl og klandur.
Nógv av fundarfólkinum tók eisini orðið og nýtti høvi at seta spurningar og føra fram síni sjónarmið.