Sakligt svar og einki álop á tænastumenn

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður
----------
Í lesarabrævi í Dimmalætting tann 1. apríl 2011 leggur skilamaðurin Páll Poulsen meg undir at hava framt eitt ófantaligt álop á tænastumenn landsins í tíðindasendingini í útvarpinum mikukvøldið 30. mars.
Millum annað skal eg hava slongt út ein pástand, um at fíggjarkarmarnir fara at spreingjast næstu árini, tí tænastumenn krevja eina so ófatiliga høga upphædd í eftirløn. So skal eg eisini hava sagt, at líkindi eru fyri, at tænastumenn liva leingi, og at tað eisini er ein vaksandi trupulleiki.
Nei, onki av hasum havi eg sagt og kundi eg heldur ikki funnið uppá at sagt slíkt. Eg varð biðin at svara tveimum spurningum. Ein um, hvussu nógv landið rindar til tænastumannalønir og ein, hvønn týdning tað hevur at skráseta tær skyldur, sum landið hevur mótvegis hesum bólki av borgarum.
Hesum báðum spurningum svaraði eg soleiðis:
“Tað verður sjálvandi gott, at tað verður skrásett, so man sær, hvørjar skyldur landskassin fær komandi árini. Men tað er soleiðis í dag, at landskassin rindar umleið 100 miljónir krónur árliga til tænastumannaeftirlønir, og tað vísir seg í framskrivingunum, at tað fer at veksa í 10 ár framyvir, soleiðis at vit tátta í 200 miljónum krónunum um 10 ár. Men av ti, at man gavst í stóran mun at seta tænastumenn fyri nøkrum árum síðani, so fer talið á tænastumannaeftirlønum eisini at minka so líðandi eftir 2020.”
Sp.: Er tað upp á tíðina, at vit fáa skrásett hesar tænastumenninar, tí hetta eru hóast alt stórar upphæddir?
“Ja tað er sjálvandi skilagott at fáa tað skrásett, tí tað eru rímiliga stórar upphæddir, tá tað er talan um nógvar persónar, soleiðis, at man eisini veit framyvir, hvat tað er fyri skyldur landskassin hevur.”
Hesi vóru míni orð og eg dugi ikki at hoyra, at hetta á nakran hátt er nakað álop á tænastumenn landsins. Hvat annað varð sagt, kann eg ikki taka ábyrgdina av.
Eg varð spurdur tveir einfaldar spurningar og svaraði so sakliga, sum eg kundi.