Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður
Sakligar og reiðiligar grundgevingar er minsta kravið, sum bæði lesarin og tann, ið stendur fyri skotum, eigur at kunna seta til eina oddagrein. Ikki minst tá hon fellur so harðan dóm yvir politisku myndugleikarnar, sum oddagreinin Skammið tykkum í Sosialinum í gjár.
Men hetta minstakravið livir oddagreinin í Sosialinum ikki upp til.
Oddagreinin umtalar broytingarnar í stuðulsskipanini fyri børn, og leggur politiska myndugleikan undir við hesum at vilja gera fíggjarligar niðurskerjingar, og tí eisini at vilja gera eitt afturstig, sum hóttir við at reka okkara borgarar av landinum, og at vilja lækka tænastustøðið hjá børnum við serligum tørvi.
Hetta er bæði ósatt og ósakligt. Umleggingarnar við stuðulsskipanini miðja júst eftir tí øvugta: at skapa eina nýggja, fíggjarliga og fakliga sterkari skipan, sum fer at geva børnunum og teirra foreldrum eina betri tænastu á einum tryggari og hægri støði.
Hinvegin er tað rætt, at í nøkrum einstøkum førum hevur umleggingin ført til trupulleikar hjá nøkrum familjum í hesi skiftistíðini, meðan tær nýggju starvssetaninar í stuðulsskipanini fara fram. Ongin harmast hetta meira enn vit, sum varða av hesum viðurskiftunum politiskt og fyrisitingarliga. Og sum fráboðað, so vænta og vóna vit, at tað verður vunnið á hesum trupulleikum í hesum døgum, nú tær seinastu starvssetaninar verða fingnar upp á pláss.
Men hetta eru einstakir trupulleikar, og tað er ósakligt út frá hesum at skera alt yvir ein kamb og skíra allan reformin av stuðulsskipanini fyri óndan politiskan illvilja móti teimum veikastu í okkara samfelag.
Oddagreinin leggur politiska myndugleikanum undir, at hann ikki vil raðfesta hesi børn við serligum tørvi, og at hann setir tey afturum betong og asfalt, so at tað ikki verða ráð at verja hesi veikastu í samfelagnum.
Til tað er at siga, at tað neyvan er nakað annað økið, ið er raðfest við so stórum vøkstri, sum tilboðini til brekað børn og teirra familjur. Tað er henda talvan niðanfyri týðiligt prógv fyri, sum vísir at fyri bara hesi síðstu 3 árini er játtanin til brekað børn hækkað við 45%.
Játtan til brekað børn20032006 Hækking Í mió. kr. 36,853,416,6 mió 45 %
Henda játtan fevnir um meirútreiðslur til familjur við brekaðum børnum, stuðlar og stovnstilboð til brekað børn. Í játtanini fyri 2006 eru 12,7 mió., sum eru fluttar til kommunurnar í samband við tilboðini til brekað børn í kommunalu dagstovnunum.
Men raðfestingin av brekaðum børnum snýr seg ikki bara um játtanina, men eisini um hvussu vit kunnu fáa eina betri tænastu burtur úr teim upphæddum, sum verða játtaðar. Eitt dømi um hetta er, at við nýggju stuðulsskipanina fyri børn verða møguleikar fyri at stovnseta og samskipa slík tilboð, sum ikki var gjørligt undir gomlu skipanini. Sum nú í komandi mánað, tá stuðulsstova fer at verða skipað í Ovarugøtu í Hoyvík, við dagtilboði til fjølbrekað børn, við tilboði um døgnumlætting, við starvsfólkum við fakligum pedagogiskum og fysiurgiskum førleika.
Broytingarnar í stuðulsskipanini eru stórar, og tað er ómetaliga harmiligt at tær í einstøkum førum hava elvt til trupulleikar. Alt verður gjørt fyri at fáa hesi viðurskifti í rættlag sum skjótast. Endamálið er ikki, sum oddagreinin í Sosialinum rør upp undir, at gera umstøðurnar hjá brekaðum børnum verri, men tvørturímóti at geva teimum og teirra familjum eina betri og tryggari tænastu. Tað vóni eg eisini fer at eydnast við góðum samstarvi millum allar avvarandi partar.