Sakførarin: Teir verða dupultskattaðir

Eigararnir av Varðanum halda tað vera órímiligt, at teir skulu skattast tvær ferðir fyri somu partabrøv.

 

 Eigararnir av Varðanum halda tað vera órímiligt, at teir skulu skattast tvær ferðir fyri somu partabrøv.

 

- Tað hongur ikki logiskt saman hjá TAKS, fyrst at føra fram, at partabrøvini ikki veruliga blivu seld í 2005, og nú, eftir at Hægsti Rættur gevur teimum viðhald, siga, at tey blivu seld kortini, sigur Christian F. Andreassen, sakførari hjá eigarunum av Varðanum.

 

Sakarmálið snýr seg í stuttum um, hvussu nógvan skatt, eigararnir hjá Varðanum skulu rinda, um teir nakrantíð selja Varðan. Christian F. Andreasen vil vera við, at Hægsti Rættur við sínum dómi í 2015 segði, at eigararnir ongantíð høvdu selt síni partabrøv. Hetta merkir, at tey eru umfataði av skiftistíðargreinini í skattalógini, sum sigur, at serligar skattareglur eru galdandi fyri partabrøv, sum tú hevur átt síðani 2001. Verða slík partabrøv seld, skal skattur einans gjaldast av tí virðisøking, sum er hend síðani 1. januar 2007.

 

Ein grannskoðari hevur ásett virði á Varðanum í 2007 til 890 milliónir krónur. Hetta merkir altso, at um eigararnir fáa viðhald í Føroya Rætti, skulu teir ikki rinda skatt av teimum fyrstu 890 milliónunum, sum teir selja Varðan fyri. Talan er tá um gott 300 milliónir krónur í skatti.

 

Christian F. Andreassen førdi í rættinum fram, at Hægsti Rættur, við avgerð síni í 2015, umgjørdi søluna av partabrøvum í 2005 til vinningsbýti. Tískil eigur støðan í dag at vera, at eingin søla fór fram í 2005.

 

Hann vísti í rættinum á, at TAKS ferð eftir ferð í skjølum sínum vil vera við, at talan ikki er um veruliga sølu. At enda fær TAKS viðhald í Hægsta Rætti, men nú, tá eigararnir biðja um eina bindandi váttan um, at talan ikki var umsølu, nú sigur TAKS at jú, tað var tað.

 

Christian F. Andreasen heldur tað vera órímiligt, at partaeigararnir skulu skattast tvær ferðir av somu partabrøvum.

- Teir hava rinda skatt av hasum sum vinningsbýti, eftir dómin í Hægsta Rætti í 2015. Teir kunnu ikki aftur krevjast eftir skatti av somu partabrøvum, um teir velja at selja tey. Ein eigur ikki at rinda skatt tvær ferðir av somu aktivum, sigur hann.