Tað verður Halgir Winther Poulsen, løgfrøðingur, sum skal føra eitt møguligt rættarmál fyri Fiskimálaráðið, um so verður, at reiðaríið hjá Jógvani S stevnir eftir endurgjaldi, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum. Sjálvur sigur Halgir Winther Poulsen, at tað veit hann einki um.
Tað er ikki ókent fyri almenninginum, at Halgir Winther Poulsen er ivasamur um, hvørt tað er rætt at taka veiðiloyvið hjá Jógvani S aftur. Er tað so ikki óheppið, at Fiskimálaráðið velur sær ein sakførara, sum kanska er í parti við mótpartinum?
?Nei, heldur Jacob Vestergard, landsstýrismaður við fiksivinnumálum. Tað haldi eg ikki. Halgir Winther Poulsen er royndur løgfrøðingur, og hann fer at føra sakina fyri okkum. Annars fer rætturin at taka støðu út frá tí, sum har kemur fram, og einki er at ivast í, at øll tey skjøl, sum finnast í málinum, fara at verða løgd fram har. Dómstólurin er óvildigur, so har síggi eg ongan vanda, sigur Jacob Vestergaard.
Annars heldur landsstýrismaðurin, at tað er ikki vist, at tað ber til at finna nakran løgfrøðing, sum er púra samdur við landsstýrismálanevndini.
Halgir Winther Poulsen hevur ikki aðrar viðmerkingar til upplýsingarnar hjá landsstýrismanninum enn, at hann sigur seg ikki vita nakað um, at hann skal vera sakførari hjá Fiskimálaráðnum.
Jógvan S fiskar enn, og tað undrar fleiri fólk. Tí tann nógv umtalaða tilsøgnin um veiðiloyvi var skjót at avgreiða, men nú boðað er frá, loyvið verður tikið aftur, gongur seinni, vísa fleiri keldur á.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, sigur, at hann eisini hevur fingið spurningin um, hví so er. Og hann vísir til fyistingarlógina.
?Tað er soleiðis, sigur hann, at tá eitt slíkt skriv fer út, skal móttakarin hava eina viku hoyringsfreist. Og til tann freistin er farin, er ikki rætt at taka loyvi aftur. Í mínari verð ger tað ongan mun, um skipið fiskar eina viku meira ella minni, sigur hann.
Hann greiðir frá, at skrivið til reiðaríið er dagfest á Fiskimálaráðnum tann 14. august og skuldi sostatt verið reiðarínum í hendi dagin eftir. Síðan hevur reiðaríið fingið ta vikuna at umráða seg í, áðrenn svarað verður aftur upp á hetta skrivið, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at tað er gjørt soleiðis í Fiskimálaráðnum eftir at tey hava ráðført seg við Halgir Winther Poulsen, sakførara. Hann var annar teirra, sum av Fiskimálaráðnum varð biðin um at kanna málið fyri Fiskimálráðið. Og nú roknast kann við einum rættarligum eftirspæli, hevur fiskimálaráðið biðið Halgir Winther Poulsen um at vera sakførara hjá sær.