Í februar 1975 fall dómur í Føroya rætti í sakarmálinum, sum Zakarias Wang hevði reist ímóti sjey av valevnunum hjá Tjóðveldisflokkinum í Suðurstreymoy til seinasta løgtingsval og formanninum í aðalnevnd floksins fyri skuldsetingar um straffbar viðurskifti, ið hesi høvdu sett fram í blaðnum 14. September og Útvarpi Føroya í november mánað í fjør móti saksøkjaranum.
Dómarin segði, at sannleikaprógv vóru ikki førd fyri skuldsetingunum, og dømdi hann tí tveir av teimum skuldsettu 14 daga hefti, meðan hini seks fingu 14 dagbøtur á 50 krónur, umframt at øll átta skuldu gjalda sakarmálskostnaðin.
Á myndini eru Zakarias Wang (h.m.) og verji hansara Halgir Winther Poulsen (v.m.). Saman við teimum eru Hanna Lisberg og Suni Jacobsen.
Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór1975