Sakaris Stórá á týðandi filmsstevnu í Berlin

Nýggjasti stuttfilmurin hjá Sakarisi Stórá, Vetrarmorgin, verður við á filmsstevnu í Berlin

 

Nýggjasti stuttfilmurin hjá Sakarisi Stórá, Vetrarmorgun, er boðin við á filmsstevnu í Berlin í døgunum frá 6. til 16. februar.

 

- Sostatt verður fyrsta altjóða frumsýningin av filminum á eini tí mætastu filmsstevnuni í heiminum, Berlinaluni, sigur framleiðarin, Ingun í Skrivaragøtu.

 

- Her skal Vetrarmorgun vera við í kapping um tvær ymiskar virðislønir, umframt at fyrireikarnir hava boðið leikstjóranum til Berlin at greiða frá filmsverkinum.

 

Filmsstevnan í Berlin verður roknað millum týdningarmestu stevnurnar í heiminum, ájavnt við ta í Cannes. 

 

Í fjør vóru 124 lond umboðað á stevnuni, og meiri enn 300.000 atgongumerki seld.

Vetrarmorgun er framhald av stuttfilminum, Summarnátt frá 2012, og tað er aftur Maria, sum er høvuðspersónur.

 

Hon stendur á einum vegamóti. Alt er um at broytast. Einasta vinkona hennara er  javngamla Birita. 


 

Samstundis sum Maria ivast í sínum kynsliga samleika, er slatur farin at ganga um hana í bygdini.

 

Filmurin er ein ungdómssøga, ið snýr seg um kærleika, vinarlag og samleika.

 

Myndin er av teimum báðum høvuðspersónunum, sum Armgarð G. Mortensen og  Helena H. Jørgensen, leika.