Sakaris spælir á G!

Elektro-verkætlanin SAKARIS fer at framføra live fyri fyrstu ferð nakrantíð í Grundini á G! Eftir at hava verið partur av bólkum sum Lama Sea, HEIÐRIK, Guðrið Hansdóttir, The Story Ends og Boys in a Band hevur 23 ára gamli Sakaris Emil Joensen nú ment sína egnu elektro-verkætlan, SAKARIS, sum fer at framføra live fyri fyrstu ferð nakrantíð í Grundini á G! 2010

 

Fyri stuttum gav SAKARIS út ókeypis netútgávuna ?Darling EP? við MESS. Lagið ?In a Box? gjørdist beinanvegin stóra sólskinshittið í loftmiðlunum hetta summarið og verður nú at hoyra live fyri fyrstu ferð leygarkvøldið í Grundini.

 

Við gittarleikaranum Heðini Ziska Davidsen, farteldu, synthesizarum, trummumaskinum, íblástri frá svøkum japanskum telduspølum og mainstream poppi fer SAKARIS at framføra vælsmurdar elektropopp kompositiónir, ið smekka eitt smíl á varrarnar og noyða ein út á dansigólvið.