Sakaris er væl nøgdur

Frumframsýning av Vetrarmorgun var í gjárkvøldið

- Eg var nervøsur, og tað eri eg altíð til slík tiltøk, men tað haldi eg, at mann eigur at vera.

 

Tað sigur filmslistamaðurin Sakrais Stórá, sum í gjárkvøldið kundi sýna filmin Vetrarmorgun fyri fyrstu ferð alment.

 

Hetta var á Bókasavninum á Sandi í gjárkvøldið, tá ikki færri enn tvær sýningar vóru, av tí at áhugin at síggja filmin var so mikið stórur.

 

Tey, ið sóu filmin, lótu væl at, og tað hevur stóran týdning fyri Sakaris Stórá.

 

- Onkursvegna hevur tað alt at siga, tí tað er jú eitt publikum, ið mann ger filmarnar til.  Um einginahugi var fyri teimum, vóru teir ikki nógv verdir, og mann hevði ikki tímað at brúkt so nógva tíð upp á hetta, sigur Sakaris Stóra.

 

Komandi tíðina fer hann at taka sær av løttum og halda frí, men longu nú hevur hann ætlanir um eina nýggja filmsverkætlan. í hesum sambandi fer hann í næstum at hava upptøkuroynd fyri at finna leikarar til nýggja filmin.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Sakaris Stórá greiða frá.