Ísakalt millum Danmark

Viðurskiftini millum Danmark og Russland eru so kaldlig, sum tey ikki hava verið í mong ár

Kekenia-máliÐ
Árni Joensen:

Russar eru í øðini um, at danska stjórnin sýtti fyri at banna kekensku heimsráðstevnuni, sum var í Keypmannahavn mánadagin og í gjár, og politiskir eygleiðarar siga, at viðurskiftini millum tey bæði londini hava ikki verið so ring í mong ár, sum tey eru nú. Summir serfrøðingar vilja enntá vera við, at viðurskiftini millum tey bæði londini hava ongantíð verið so kaldlig, síðani londini á fyrsta sinni knýttu alment samband fyri 500 árum síðani.
At kekenar kundu halda heimsráðstevnu í Keypmannahavn, samstundis sum russar høvdu almennan sorgardag til minnis um gíslarnar, sum doyðu í kekensku gíslatøkuni í leikhúsinum í Moskva, hevur fingið øði í nógvar russar.
Russisku politikararnir eru so misnøgdir við avgerðina hjá donsku stjórnini at loyva kekensku heimsráðstevnuni, at tjóðartingið í Moskva hevur samtykt at slíta alt parlamentariskt samband við Danmark. Og teir russisku loftmiðlarnir endurtaka í heilum orð Shakespeare's »Tað ruggar ikki rætt í danska kongaríkinum«.
Summir danskir eygleiðarar vænta ikki, at tann spenta støðan millum Keypmannahavn og Moskva verður so drúgv. Teir vísa á, at næsta ár skal Margretha drotning til Russlands á almenna vitjan, og at viðurskiftini ivaleyst fara at koma upp á pláss til ta tíð.
Í Danmark halda teir flestu politikararnir, at stjórnin bar seg rætt at, tá hon sýtti fyri at slaka fyri trýstinum úr Moskva um at banna kekensku heimsráðstevnuni. Summir politikarar halda kortini, at stjórnin kortini slakaði ov nógv, tá hon gjørdi av at flyta toppfundin millum ES og Russland í næsta mánað úr Keypmannahavn til Bruxelles.