Hóast Ísafjørður er minni enn Klaksvík hevur býurin eitt av bestu galleríunum í Norðurlondum fyri nútíðar list. Kend evropeisk og amerikonsk listafólk hava gjøgnum áríni sýnt fram har. Lokalu kreftirnar eru drívmegin aftan fyri galleríið.
Øll fýra listafólkini eru hjástødd leygardagin 28. august, tá Galleri Slumkaríki letur upp framsýning nummar 200 við grafikki av Astri Luihn.
Onnur framsýningin í røðini letur upp leygardagin 11. september við grafikki av Aase Bømler Olsen. Verk eftir Torbjørn Olsen eru at síggja frá leygardegnum 25. september, og Olivur við Neyst endar røðina við málningaframsýning frá 9. oktober.
Ferðin er fingin í lag við stuðli frá Tórshavnar býráð, Gávugrunni Sparikassans, FITUR, Mentunnargrunn Føroya Løgtings, Fjølrit og Ísafjarðar Kommuna.