Safir og vágamenn á Summar Festival

Tveir bólkar afturat eru lagdir afturat skránni á Summar Festivalinum

 

Summar Festivalurin kunnger í kvøld tvey nøvn afturat til ársins festival. Poppbólkurin Safir, sum ger comeback við nýggjum tónleiki í hesum døgum, og Stongum, Guttesen & Ravnsfjall, sum umboða tað besta av vágasoundi, verða við á landsins størsta tónleikatiltaki í august.

 

Bólkurin Safir er mannaður við Tór Verlandi Johansen og Janusi Trúgvason, og teir hittaðu stórt við útgávu í 1996. Fleiri av sangunum á hesari útgávu vóru nógv at hoyra, og fólk munnu framvegis kennast við teir – eitt nú »Tú ert so deilig«, »Høgra Jam« og »Mánin«. Nú hevur Safir givið nýggjan tónleik út, og í teir vera fyri fyrstu ferð við á Summar Festivalinum

 

##med2##

 

Magnus av Stongum, Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall eru stórir profilar í føroyskum tónleik. Teir eru millum fremstu umboð av vágasound og hava gjøgnum árini samstarvað á ymiskan hátt. Onkuntíð hevur tað verið í Tinganest, onkuntíð Vágaverk, onkuntíð Stongum & Guttesen, og á Summar Festivalinum verður tað Stongum, Guttesen & Ravnsfjall. Hetta verður ein heilt serlig løta, tá ið vit fáa perlur sum »Eftir 1001 nátt«, »Annan sang«, »Medistari í karri«, »Kom heim« og »Rumbuldós«.

 

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 4. til 6. august.