Bara trý samdøgur aftaná torføra útidystin í Kroatia í EHF European League móti Nexe spældu Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof oddadyst á heimavølli í bestu svensku hondbóltsdeildini móti Skövde.
Tað eydnaðist Sävehof í kvøld at vinna ein tepran 30-29 sigur. Lukkutíð fyri Sävehof bjargaði Simon Möller í Sävehof-málinum einum skoti frá Jesper Jensen hjá Skövde tá bert tvey sekund vóru eftir av dystinum. Annars hevði bert eitt stig ligið eftir í Partille í kvøld.
Sävehof er greitt oddalið við 34 stigum. Nummar tvey er Skövde við 28 stigum, og nummar trý er Hammarby við 27 stigum.
Nú eru bert seks dystir eftir hjá Sävehof at leika í grundspælinum, so teir liggja væl fyri at vinna grundspælið.
Óli skoraði fýra mál og legði upp til seks mál í kvøld.
Týsdagin klokkan 17.45 spælir Sävehof dyst í Partille móti danska liðnum Skjern í EHF European League.