Tað gekk akkurát ikki hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í Sävehof í seinnu áttandapartsfinaluni í EHF European League móti Kadetten Schaffhausen úr Sveis í Partille í kvøld.
Sävehof hevði torføran arbeiðssetning, tí fyrra áttandapartsfinalan í Sveis endaði við 32-26 sigri til Schaffhausen.
Sävehof vann í kvøld 34-28, og teir gjørdist sostatt akkurát ov stuttir til at vinna seg í fjórðingsfinalurnar. Samlaðu uppgerðirnar enda við javnleiki 60-60, men Schaffhausen skoraði 28 mál á útivølli, meðan Sävehof skoraði 26 mál á útivølli. Sostatt kom vánaligi seinni hálvleikurin niðri í Schaffhausen í farnu viku at kosta Sävehof dýrt.
Sävehof var á odda 19-15 í steðginum, og var á odda 22-15 og 25-19 í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist tíverri ongantíð veruliga Sävehof at leggja Kadetten afturum seg í samlaðu uppgerðini.
Elias gjørdi sítt við at skjóta sjey mál uppá 11 málroyndir umframt, at hann legði upp til fleiri onnur mál. Handbollskanalen heldur, at Elias átti brotskast móti dystarenda, og teir halda, at tað vóru nakrar keðiligar dómaraavgerðir móti dystarenda, ið vóru til fyrimuns fyri Kadetten Schaffhausen.
Einasti uggin hjá Sävehof, so soltin hann kann vera er, at nú kann Sävehof fokusera fult og heilt uppá at endurvinna svenska meistaraheitið.
Komandi sunnudag spælir Sävehof triðju fjórðingsfinaluna móti Lugi í Partille. Spælt verður best av fimm dystum, og er støðan javnleikur 1-1 í uppgerðunum.
Komandi mikukvøld spælir Elias ætlandi við føroyska landsliðnum HM-undankappingardyst móti Týsklandi í Kiel.