Sävehof hevur beina kós móti hálvfinalunum

Sävehof vann eisini stórsigur á Guif í aðru fjórðingsfinaluni í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini

Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof vunnu eisini stórsigur í aðru fjórðingsfinaluni móti Guif í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini. 

 

Sävehof spældi á útivølli í dag í Eskilstuna. Í dag endaði tað við einum 40-28 stórsigri til Sävehof. Í steðginum var Sävehof á odda 18-11. 

 

Elias skoraði níggu mál og legði upp til seks mál. Óli skoraði trý mál og legði upp til trý mál. 

 

Skírisdag vann Sävehof í Partille stórsigur 45-27 (21-12) á Guif í tí fyrstu fjórðingsfinaluni.

 

Vinnur Sävehof triðju fjórðingsfinaluna móti Guif á heimavølli í Partille vinna teir seg í hálvfinalurnar.