Nú hava vit aftur hoyrt okkurt nýtt frá Jákupi Jacobsen og Edmundi Berg, sum nú eru í beinari kós móti Føroyum í árabáti sínum "Guðrun".
Teir eru í løtuni staddir mitt á Atlantshavinum, í ein landsynning fyri New Foundland, og hava tilsamans róð 2820 fjórðingar, sum svarar til teinin úr Føroyum til Afrika.
– Í dag er sætti dagur við mjørka. Vit síggja einki. Vit hoyra tokulúðrarnir frá skipunum um náttina, fortelja teir í stuttum boðum úr bátinum.
– Tað verður betri um tríggjar ella fýra dagar, siga teir.
Orsakað av ringu líkindunum sigla teir nú við lítlari ferð og reka eitt sindur. Men hóast teir síggja illa at rógva í mjørkanum, so gongur tað sera væl at halda kósina, sum sæst á myndini her:
##med3##
Edmund og Jákup loystu frá landi úr Miami síðst í mai-mánað við kós móti Føroyum. Tá var ein triði maður við, Neil Blackeby, men hann mátti fara í land aftaná nakrar dagar, tí hann bleiv illa fyri. Síðan tá hava Edmund og Jákup hildið áfram einsamallir. Tað hevur verið avbjóðandi, millum annað tí at nógvur mótvindur hevur verið, men teir eru við gott mót og halda fram við góðum treysti.
– Vit eru væl fyri, og lagið er gott, siga teir.
Tá man rør soleiðis mitt á Atlantashavinum, upplivir og sær man sjálvandi alt møguligt, sum man ikki sær á landi.
– Tríggjar kúlubøkur komu framvið okkum, einar tríggjar metrar frá bátinum í morgun. Tann eina var ljós. Og ein stórur grindabólkur var eisini tætt at bátinum í gjár, fortelja teir og vísa á eina aðra eygleiðing teir hava gjørt sær umborð:
– Tað er ein løgin kensla at rógva framvið, har sum Titanic gekk burtur. Tað var umleið 300 fjórðingar eystan fyri okkum.
Les meira um ævintýrið hjá Jákupi og Edmund her:
Ætla at rógva úr Florida til Føroya
Nýtt frá havrógvarunum: – Vit bíða tolnir eftir betri vindi
Til ber annars eisini at fylgja teimum beinleiðis á heimasíðuni hjá teimum HER.
##med2##












