Ígjár gjørdist B36 sætta fótbóltsfelagið í Føroyum, sum í søguni hjá føroysku landskappingini, síðani 1942 vinnur FM-heitið í bestu mansdeildini ár um ár.
Vit fara at gera eina stutta søguliga gjøgnumgongd av teimum ferðunum føroysk fótbóltsfeløg hava vunnið bestu mansdeildina ár um ár.
Fyrsta felagið, ið framdi hetta roysnið varð KÍ, sum vann FM í 1952, 1953, og aftur í 1954. KÍ vann aftur FM tríggjar ferðir á rað í 1956, 1957, og í 1958. Tiltikna 66-liðið hjá KÍ vann FM fimm ár á rað, árini 1966-1970. Hetta er enn met í bestu mansdeildini.
HB gjørdist annað felagið, ið vann FM tvey ár á rað. HB vann FM í 1963, 1964, og aftur í 1965. HB gjørdi aftur eitt "hattrick", árini 1973, 1974, og 1975. HB vann aftur ár um ár í 1981 og 1982. Í hesi øldini gjørdi HB eitt "hattrick" í 2002, 2003, og í 2004 við trimum FM-heitum á rað. Seinast HB vann FM ár um ár, vóru árini 2009 og 2010.
Triðja felagið, sum vann FM ár um ár varð TB. Evnaríka TB-liðið seinast í sjeytiárunum vann FM í 1976, og í 1977.
Fjórða felagið, sum vann FM ár um ár varð B68. Røsku og kondisjónssterku toftamennirnir vunnu FM í 1984, og í 1985.
Fimta felagið, sum vann FM ár um ár, og enntá fýra ár á rað varð GÍ. Árini 1993, 1994, 1995, og í 1996 gjørdi GÍ bart, og stóð FM-steypið í gamla GÍ-húsinum øll hesi árini.
Sætta felagið í søguni hjá bestu mansdeildini, sum vinnur FM ár um ár er B36, sum vann í fjør, og eru FM-vinnarar aftur í ár.