Tað sær ógvuliga svart út, fyri ikki at siga ómøguligt út hjá føroyingaliðnum á Akureyri, KA at røkka endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Liðið hjá Allani Norðberg og Nicholas Satchwell tapti í kvøld á heimavølli 28-34 (15-18) fyri nýklaktu steypavinnarunum, Afturelding.
Úrslitið merkir, at KA hevur 11 stig fyri 19 dystir. KA hevur bert tríggjar dystir eftir at leika í grundspælinum, og seks stig eru upp til Haukar, ið liggja á áttanda plássinum við 17 stigum.
Haukar mugu tapa fýra teir seinastu dystirnar í grundspælinum, samstundis sum KA má vinna tríggjar teir seinastu dystirnar í grundspælinum um KA skal vinna seg upp á áttanda plássið, ið gevur rætt til at kappast í endaspælinum.
Tað er ógvuliga ósannlíkt. Haukar hava eisini ein málmun, ið er 55 mál betur enn málmunurin hjá KA.
Støðan:
| Lið: | Dystir | Málmunur | Stig |
| Valur | 19 | 656:554 | 33 |
| FH | 18 | 545:533 | 24 |
| ÍBV | 18 | 584:536 | 24 |
| Afturelding | 19 | 569:535 | 23 |
| Selfoss | 19 | 582:576 | 23 |
| Stjarnan | 18 | 534:509 | 21 |
| Fram | 18 | 540:530 | 21 |
| Haukar | 18 | 533:522 | 17 |
| Grótta | 18 | 497:519 | 13 |
| KA | 19 | 550:594 | 11 |
| ÍR | 18 | 514:593 | 8 |
| Hörður | 18 | 524:627 | 2 |











