Sær betur út hjá rækjuflotanum

Føroyski rækjuflotin hevur havt positiv rakstrarúrslit seinnu árini. Eftir hall fleiri ár á rað, har flotin tódnaði úr seks niður í tvey skip, er gongdin nú vend, soleiðis at lønandi virksemi aftur sæst hjá rækjuflotanum.

Hetta vísir ein greinin, sum grannskoðanarfyritøkan, Numo, hevur gjørt av rækuflotanum.

Lyklatølini í greiningini vísa, at tað fyrst og fremst er ein hækkaður kiloprísur, sum er orsøkin til framgongdina. Í 2008 var meðalprísurin fyri hvørt kilo 12,34 kr., og í 2012 var hesin øktur til 20,46 kr. fyri hvørt kilo av rækjum.

Samlaða úrslitið hjá teimum báðum skipunum, sum vóru í flotanum í 2011 og 2012 var ávíkavist 5,9 og 4,1 mió kr. Truplu árini hava merkt, at bæði gjaldføri og soliditetr hjá fyritøkunum var illa fyri, men hesi lyklatøl eru eisini batnað munandi. Rentuberandi skuldin var við árslok 2012 ,48 ferðir EBITDA (úrslit fyri skatt, rentur og avskrivingar).

Eitt skipa er komið afturat í føroyska rækjuflotan í 2013.