Säpo: Veruligur vandi fyri at trygdarstøðan í Svøríki versnar

Sambært Säpo broytast hendingarnar í heiminum skjótt, og tað ger, at støðan í Svøríki er trupul at siga frammanundan.

Stjórin í svensku fregnartænastuni, Säpo, Charlotte von Essen, á tíðindafundi í morgum. Mynd: Jessica Gow/TT/Ritzau Scanpix

Tað er ein "veruligur vandi" fyri, at trygdarstøðan í Svøríki fer at versna enn meira.

Tað metir svenska fregnartænastan Säpo, sambært tíðindastovuni TT.

Säpo fer at leggja fram sína trygdarmynd fyri 2024-2025 í frágreiðing í dag.

Sambært Säpo broytast hendingarnar í heiminum skjótt, og tí er trupult at siga frammanundan, hvussu trygdarstøðan í Svøríki verður ávirkað.

- Tað er stórur vandi fyri, at trygdarstøðan kann versna enn meira, og hetta kann henda á mátar, sum er trupult at spáa um, sigur leiðarin í Säpo, Charlotte von Essen, í einum tíðindaskrivi.

Longu nú eru fleiri trygdarhóttanir móti Svøríki og Evropa, eitt nú ólógligt fregnartænastuvirksemi og telduálop, stendur í fráboðanini.

Fregnartænastan metir eisini, at útlendsk vald virka á ein hátt, sum hóttir trygdina, og at tey brúka hybridvirksemi til at órógva Svøríki og Evropa. Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Mett verður, at tað er ein øktur russiskur vilji til at taka váða í mun til hóttanir um sabotasju enntá í Svøríki, skrivar TT.

- Russiska álopsstríðið í Ukraina heldur fram, men broytingar henda í USA, sum kunnu ávirka trygdarstøðuna, sigur Charlotte von Essen á tíðindafundi í dag.

Russland er framvegis størsta hóttanin móti Svøríki, stendur í frágreiðingini. Men Säpo viðger eisini hóttanina frá londum sum Iran og Kina.

 

/Ritzau/

 

 

Stjórin í svensku fregnartænastuni, Säpo, Charlotte von Essen, á tíðindafundi í morgum. Mynd: Jessica Gow/TT/Ritzau Scanpix