Saddam skrivaði endurminningar

Raghad Saddam Hussein, sum er elsta dóttir fyrrverandi irakska einaræðisharran Saddam Hussein, leitar nú eftir einum forlagi, sum er sinnað at geva tær hondskrivaðu endurminningarnar hjá pápanum út.

Saddam Hussein varð hongdur tann 30. desember í 2006, og tað munnu vera tey fáu, sum munnu ímynda sær hann sum rithøvund. Kortini man Raghad Saddam Hussein halda, at endurminningarnar eru verdar at geva út, og tí er hon farin at leita eftir einum útgevara.

-Hetta er tær einastu endurminningarnar, sum Saddam Hussein skrivaði, og tær verða givnar út, so skjótt sum vit finna eitt forlag, sigur sakførarin hjá Raghad. Tað er ikki greitt, hvat endurminningarnar snúgva seg um, ella hvussu langa tíð Saddam brúkti til at skriva tær.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at gamli irakski leiðarin verður umrøddur í bókahøpi. Tað sigst, at tað var hann, sum skrivaði tær fýra skaldsøgurnar "Get Out, You Damned One", "Walled Fortress", "Men and the City" og "Zabiba and the King". Tann seinasta er ein kærleikssøga um ein valdsmiklan kong (Saddam) og ta borgarligu kvinnuna Zabiba. Í bókini neyðtekur ein ræðuligur maður hana, og maðurin er - ikki óvæntað - ímyndin av USA.

Tað er ikki heilt greitt, um Saddam Hussein veruliga skrivaði hedar bøkurnar, ella um onkur gjørdi tað í hansara navni.