Saddam situr tryggur

Meðan Bagdad brennur, situr Saddam Hussein, forseti tryggur í serbygdu rúmum sínum langt niðri í jørðini. Tað sigur týskarin Karl Bernd Esser, sum sigur seg hava teknað trygdarrúmini hjá irakska leiðaranum.

Tann 45 ára gamli Karl Bernd Esser gjørdist kendur, tá kríggið í Irak brast á. Tá segði hann, at hann hevði teknað eina serliga trygdarstøð til irakska forsetan, Saddam Hussein, undir jørð. Støðin er so sterk, at hon tolir sjálvt eina kjarnorkubumbu, hevur hann sagt.
Tað eru kortini ikki øll, sum hava álit á tí, sum Karl Bernd Esser sigur. Týska blaðið Súddeutsche Zeitung skrivar, at eingin kann vátta tað, sum maðurin hevur sagt, men á sínari egnu heimasíðu skrivar Esser, at hann hjálpti Saddam Hussein at byggja eina verjustøð undir jørð. Støðin er 1800 fermetrar stór, og hon kostaði 66 milliónir dollarar, skrivar hann á heimasíðuni.
Hinvegin er tað greitt, at týska felagið Boswau & Knauer bygdi eina tílíka trygdarstøð í Bagdad tíðliga í áttatiárunum. Ein talsmaður hjá felagnum sigur við Zúddeutsche Zeitung, at støðin var ætlað 120 fólkum, men hann dugir ikki at siga, um Karl Bernd Esser hevði nakað við arbeiðið at gera. Men tað kann vera, at hann hevur verið uppií, sigur talsmaðurin.
Fyri nøkrum døgum síðani segði Karl Bernd Esser, at bumburnar, sum amerikanarar nýta í krígnum, skala ikki trygdarstøðina hjá Saddam Hussein. Støðin er eisini so sterk, at hon tolir sjálvt eina kjarnorkubumbu, legði hann afturat.