Fyrrverandi irakski forsetin Saddam Hussein var bangin fyri, at hansara amerikonsku fangavørðar skuldu smitta seg við eyðkvæmi ella øðrum kynssjúkum. Tað sæst í brøvum, sum Saddam skrivaði, meðan hann sat í amerikonskum varðhaldi, og sum arabiska blaðið Al-Hayat prentaði í gjár. Amerikanska herleiðslan í Irak váttaði í gjár, at hon hevur latið fjølmiðlunum sumt av tí, sum Saddam Hussein skrivaði, meðan hann sat í varðhaldinum. Sambært talsmanninum hjá herleiðsluni skrivaði gamli forsetin fleiri túsund síður. Amerikanararnir tóku Saddam Hussein í desembur í 2003. Trý ár seinni varð hann dømdur til deyða fyri brotsverk ímóti mannaættini og hongdur.