Saddam kann fáa útseting

Rættarmálið ímóti fyrrverandi irakska forsetanum Saddam Hussein byrjar í næstu viku, men nú ljóðar, at viðgerðin verður kanska útsett, so skjótt hon er byrjað. Sambært einum talsmanni hjá serdómstólinum fara verjarnir hjá Saddam at biðja um at fáa málið útsett, so teir fáa betri stundir til at seta seg inn í tey nógvu skjølini hjá ákæruvaldinum.

Viðgerðin byrjar annars ætlandi við, at Saddam Hussein og sjey aðrir ákærdir koma inn í rættarhølið, og at ákærurnar verða lisnar upp fyri teimum. Saddam fer ætlandi at nokta seg sekan, og hann fer ivaleyst at gera vart við, at hann er framvegis lógligur forseti í Irak. Tað gjørdi hann, tá hann kom fyri ein dómara í fjør.

Keldur, sum standa serdómstólinum nær, siga fyri altjóða tíðindastovunum, at tað kann taka fleiri vikur at fáa gongd á sjálvt rættarmálið. Ein bretskur embætismaður, sum hevur hjálpt irakska ákæruvaldinum at fyrireika málið, sigur við Reuters, at øll viðurskiftini í sambandi við málið verða ikki greið til tann 19. oktober, tá málið er sett at byrja.