Saddam grevur skotgravir

Í Irak hevur Saddam Hussein, forseti givið herinum boð um at grava skotgravir kring høvuðsstaðin Bagdad. Samstundis hevur hann sjálvur tikið við leiðsluni í tjóðarhirðini

Útlagni irakski andstøðubólkurin, sum heldur til í London, sigur seg hava fingið at vita, at 30.000 menn hjá iraksku tjóðarhirðini hava tikið sær støð 30 kilometrar uttan fyri Bagdad. Uppgávan er at verja býin, skuldu amerikanarar lopið á.
Eisini skal forsetin hava sett nakrar aðrar deildir hjá tjóðarhirðini at verja sjálvan miðbýin í Bagdad. Hesir hermenninir skulu verja ymsar týðandi almennar stovnar og forsetan sjálvan.
Samstundis sum irakar sostatt fyrireika seg til eitt amerikanskt álop, eru amerikanarar farnir at rokna út, hvat eitt álop á Irak kemur at kosta amerikanska ríkiskassanum. Og tað er ikki eiti á tøl, tí sambært einari frágreiðing hjá Kongressini fer álopið at kosta USA einar 1500 milliardir krónur. Kongressin sigur kortini, at eydnast álopið væl, kunnu útreiðslurnar haldast niðri á umleið 450 milliardum krónum.
Júst útreiðslurnar av einum kríggi við Irak hava stóran politiskan áhuga í USA orsakað av teirri vánaligu gongdini í landsins búskapi, og fleiri hava ávarað um, at dregur kríggið út, fer tað at gera búskaparviðurskiftini uppaftur verri, enn tey longu eru.