Saddam bangin fyri kvetti

Hóttanin um eitt amerikanskt álop skal hava fingið fleiri hermenn at rýma úr irakska herinum. Samstundis ljóðar, at Saddam Hussein hevur sett verjumálaráðharran í húsavarðhald. Tað avsanna irakar, men aðrar keldur hast fast um, at tíðindini eru sonn

- Hatt er ikki bert slutur, men láturligt slutur, skal Naji Sabri, uttanríkisráðharri hava svarað, tá hann fyri nøkrum døgum síðani varð spurdur, um starvsfelagi hansara í iraksku stjórnini, Sultan Hashim Ahmed al-Jabburi Tai, verjumálaráðharri er settur í húsavarðhald.
Tíðindini um, at verjumálaráðharrin er settur í húsavarðhald, eru sambært bretska blaðnum The Guardian frá einum embætismanni, sum hevur gott samband við tann ráðandi Baath-flokkin hjá Saddam Hussein.
- Verjumálaráðharrin er á stjórnarfundum, sum hann altíð plagar at vera, og hann er eisini í sjónvarpssendingum, sum um einki var hent. Men veruleikin er, at hann er alla tíðina umgyrdur av lívverjum hjá forsetanum, so hann ikki sleppur at flýggja, sigur tann ónevndi irakski embætismaðurin við The Guardian.
Tíðindini koma annars rættiliga óvæntað. Verjumálaráðharrin er ikki einans ein av teimum leiðandi monnunum kring Saddam Hussein. Hann hevur eisini annað samband við forsetan. Ein dóttur hansara er gift við tí 36 ára gamla Qusay Hussein, sum er sonur Saddam Hussein.

Fleiri royndir
Vesturlendskir serfrøðingar í irakskum viðurskiftum siga, at seinastu árini hevur Saddam Hussein skipað eina trygdarskipan, sum fyrst og fremst hevur til endamáls at tryggja, at hann kann verða sitandi.
Forsetin hevur eisini prógvað, at hann er náðileysur ímóti teimum, sum gera sjálvt ta minstu roynd at seta seg upp ímóti honum. Ein fyrrverandi verjumálaráðharri, Adnan Khairallah Tulfah, doyði í einari tyrluvanlukku í 1989. Hann varð roknaður sum krígshetja frá krígnum við Iran, men hildið varð, at talan var ikki um eina vanlukku, men at hann varð fyribeindur. Vælsitandi keldur vildu tá vera við, at krígshetjan var vorðin so væl umtókt millum hermenninar, at Saddam Hussein metti hann ráðharran vera eina hóttan ímóti sær.
Síðani Flógvakríggið í 1991 hava einar fýra ella fimm royndir verið at fella Saddam Hussein, men hvørja ferð eru royndirnar avdúkaðar, og teir, sum skipaðu fyri, fingu harðastu revsing. Sambært serfrøðingunum hendi tað meiri enn so, at alt húskið hjá kvettmonnunum varð tikið av døgum.

Iran liggur framvið
Vælsitandi keldur vilja eisini vera við, at stjórnin í Bagdad ber ótta fyri, at herurin ætlar at sleppa undan einum amerikanskum álopi við at koyra Saddam Hussein frá. Kurdisk bløð skrivaðu í síðstu viku, at forsetin hevði sent limir í iranska andstøðufelagsskapinum MKO til fleiri hermannalegur at forða fyri, at hermenn eggja øðrum til at gera uppreistur. Hermenninir hjá MKO eru iranar, men teir hava støð í Irak, har teir fáa stuðul frá stýrinum í Bagdad. Tað ljóðar eisini, at hermenn hjá MKO eru sæddir á markinum millum Irak og Sýrialand og á markinum millum Irak og Kuwait. Hildið verður, at MKO fer at taka lut í bardøgunum ímóti einum møguligum amerikanskum álopi.
Men MKO-hermenninir eru ikki teir einastu iranararnir, sum eru í Irak. Tað ljóðar, at iranska stjórnin hevur sent einar 5.000 shiamuslimskar uppreistrarmenn inn í tað kurdiska økið í Norðurirak. Alment verður sagt, at talan er um verjutiltak, og at shiamuslimsku uppreistrarmenninir skulu forða MKO-hermonnum at søkja at Iran. Men vesturlendskir serfrøðingar ivast ikki í, at iranska stjórnin við hesum roynir at vísa á, at hon skal eisini sita við borðið, tá framtíð Iraks skal avgerast, verður Saddam Hussein rikin frá.
Eygleiðarar vísa á, at hetta sigur eitt sindur um, hvussu torført tað er at meta um avleiðingarnar av einum møguligum Irak-kríggi.