Saddam avrættaður á ein ræðuligan hátt

Bretski fíggjarmálaráðharrin, Gordon Brown, heldur, at fyrrverandi írakski einaræðisharrin, Saddam Hussain, varð avrættaður á ein "ræðuligan hátt", sum hann rópar hendingina. Hinvegin hevur bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, enn ikki úttalað seg um avrættingina.
- Tá ið vit vita um alt, sum hendi, vita vit eisini, at talan var um eina ræðuliga røð av hendingum í sambandi við avrættingina, sigur Brown í eini samrøðu við BBC.
Væntandi er, at Gordon Brown verður komandi bretskur forsætisráðharri, tá ið Tony Blair fer seinni í ár.
Tað hevur vakt undran, at Tonu Blair einki hevur sagt um avrættingina av Saddam Hussain – serliga eftir, at amatørvideo hava víst, at avrættingin nærmast líktist eini háðan.
- Sjálvt menniskju, sum eru fyri deyðarevsing, hava sæð, at tað, sum hendi undir avrættingini av Saddam Hussain, slett ikki kann góðtakast. Hetta hevur á ongan hátt verið við til at minkað um spenningin millum sjiamuslimar og sunnimuslimar, sigur Gordon Brown í samrøðuni við BBC.
Bretski fíggjarmálaráðharrin er sjálvur ímóti deyðarevsing.