Saakasjvili ásannar at hava tapt

Forsetin í Georgia, Mikhail Saakasjvili, ásannaði í dag, at flokkur hansara tapti tjóðartingsvalið í gjár.

Tá umleið ein fjórðingur av atkvøðunum vóru taldar í dag, hevði andstøðusamgongan Georgiski Dreymurin við ríkmanninum Bidzina Ivanisjvilis á odda fingið 53,2 prosent av atkvøðunum. Tann Sameinda Tjóðskaparrørslan hjá Saakasjvili hevði fingið 41,5 prosent.

-Tað er týðiligt, at andstøðan hevur vunnið valið, segði Saakasjvili í einari sjónvarpsrøðu í dag. Hann hevur sagt, at hann og hansara flokkur fara at virka fyri einum friðarligum valdsskifti í Georgia.

Talsmenn fyri andstøðuna søgdu í dag, at eftir einari fyribilsútrokning kann andstøðan fáa 93 av teimum 150 limunum í tjóðartinginum í Tblisi. Bidzina Ivanisjvili sigur, at hann ætlar sær at skipa stjórn, og hann sjálvur verður forsætisráðharri.