Saadi Gaddafi settur í húsavarðhald

Saadi Gaddafi, sonur fyrrverandi libyska einaræðisharran Muammar Gaddafi, er nú settur í húsavarðhald í Niger. Sambært tíðindastovunum er hann tikin, tí hann hevur eggjað til uppreistur í Libya.

Saadi Gaddafi hevur verið í Niger, síðani hann flýddi hagar í september í fjør. Hann hevur fingið politiskt friðskjól í Niger, men nigersku myndugleikarnir siga, at hann hevur brotið treytirnar fyri at fáa friðskjól við at eggja til uppreistur í Libya.

Libysku myndugleikarnir hava fyrr biðið um at fáa Saadi Gaddafi útflýggjaðan, tí teir vilja hava hann fyri rættin.