Bilar
Magnus Gunnarsson
Tað verður einki minni enn ein kollvelting innan nútímans motorframle iðslu, tá SVC (Saab Variable Compression) verkætlanin ið Saab arbeiðir við, har til ber at broyta kompressiónslutfallið meðan bilurin koyrur, verður veruleiki.
Einfalt hugskot
Hóast teir vanligu motorarnir eru nógv betraðir seinastu 100 árini, til at verða ógvuliga framkomnir í dag, hava ikki nógvar grundleggjandi broytingar verið gjørdar. Nú er so nakað kollveltandi við at henda á Saab bilaverksmiðjuni í Svøríki, har nærlagdir verkfrøðingar við einfaldum hugskotum, hava gjørt royndir við at broyta tann vanliga bensinmotorin so grundleggjandi, at hann fer at virka heilt annarleiðis enn higartil.
Kompressiónslutfallið broytist
Við einari mekanismu, sum flytur toppstykkið, soleiðis at kompressiónslutfallið broytist undir koyring, er tað møguligt at fáa ein 4 syl.1,6 litur motor at geva somu kraft sum ein 3.0 litur motorur við 6 sylindarum. Á sama hátt kann ein 1,2 litur motorur geva somu kraft sum ein 2.0 litur motorur. Heilt einfalt kann sigast um kompressiónslutfallið, at tað er eitt úttrykk fyri hvussu nógv bensin og luftbalandingin verður samantrýst, áðrenn hon tendrar. Hetta lutfall hevur stóra ávirkan á hvussu effektivt motorurin brúkar orkuna í brennievninum.
General Motors eigur Saab
Eftir at risafyritøkan, General Motors, hevur keypt allan partapeningin í Saab, hevur leiðslan í GM avgjørt at í framtíðini kemur Saab at hava stóra ávirkan á menningarverkætlanirnar hjá GM-konsernina. Hetta er ein staðfesting av tí førleika ið Saab hevur bygt upp síðan teir fóru at gera sínar egnu motorar fyri góðum 30 árum síðan. Fyrrverandi menningarstjóran hjá Saab, Kjell A.C.Bergstrøm, er settur sum stjóri á menningardeildini fyri motorar og gearkassar hjá GM í Italia.
Saab týðandi leiklut
Tað hevur verði nógv gitt um framtíðina hjá Saab, men ongin ivi er um at teir koma at hava ein týðandi leiklut í alheims bilídnaðinum undir leiðslu av GM, samstundis sum teir koma at halda fast um tær siðvenjur, sum hava gjørt hesa lutfallsliga lítlu svensku bilaverksmiðjuna kenda um allan heimin.
Kelda: FDM / Motor