Í Svøríki verður arbeitt av øllum alvi fyri at fáa Saab aftur til eina sjálvstøðuga svenska fyritøku. Eftir at Saab bilverksmiðjan í síðstu viku fór í gjaldssteðg, kunngjørdi stýrið fyri Saab fríggjadagin, at teir fara at gera alt fyri at fáa svensku bilverksmiðjuna at standa á egnum beinum sum ein sjálvstøðug fyritøka og ikki saman við núverandi eigaranum General Motors.
Endurskipanin verður ein løgfrøðilig tilgongd, ið verður leidd av einum óheftum stjóra, sum svenska rættarskipanin setur. Hesin skal arbeiða tætt saman við leiðsluni í Saab.
Stórur áhugi er fyri at gera íløgur í Saab, og svenska stjórnin hevur eisini víst áhuga. Við nýggjum Saab 9-5, og nýggju modellunum 9-3X og 9-4X, roknar svenski Saab stjórin Jan Åke Jonsson við, at endurskipanin fer at eydnast.
Varastjórin innan sølu og logistikk hjá General Motors, Bo Andersson, sigur, at teir taka fult undir við at Saab aftur verður ein sjálvstøðug svensk fyritøka.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum