Í morgin fer eitt Saab bilafylgi frá Danmark til verksmiðjuna í Trollhättan í Svøríki við tí endamáli at mótmæla ætlanunum hjá General Motors at niðurleggja Saab. Leygardagin 16. januar kl. 11 verða Saab bilarnir við Ráðhúsplássið í Keypmannahavn, har luttakararnir fáa plakatir o.a. at seta á bilarnar. Klokkan 13 verður koyrt til amerikansku ambassaduna á Østerbro í Keypmannahavn fyri at vísa misnøgdina við General Motors-konsernina, sum lutvíst er amerikansk statsogn. Síðan verður koyrt til verksmiðjuna í Trollhättan.
Tað seinasta nýggja um Saab er, sambært svenska blaðnum Teknikens Värld, at eitt boð er komið frá einum felag, sum enski ríkmaðurin og Formel 1-bossurin Bernie Ecclestone stendur aftanfyri. Sum skilst hevur felagið garanterað fyri eini nóg stórari upphædd, til at Saab kann halda fram.