Saab flutt inn til Opel

Síðani seinasta leygardag er tað P/F Meinhardt Arge í Havn, sum selur Saab í Føroyum


 

P/F Meinhardt Arge í Havn selir nú fýra bilmerki: Nissan, Peugeot, Opel ? og síðani seinasta leygardag eisini Saab.

Orsøkin til hetta er, at General Motors fyri tveimum árum síðani keypti svensku Saab-verksmiðjuna. Av somu orsøk eru fleiri Saab og Opel-umboð løgd saman, og var tað eisini tað sum hendi í Føroyum 1. september.

Seinastu seks árini hevur Sp/F John P. Vilhelm selt Saab í Føroyum, og mongu árini framman undan honum var tað Tummas Ørv, ið hevði Saab-umboðið í Føroyum.

Í fyrstu syftu flytir Saab-umboðið inn í kjallarahæddina í bygninginum hjá P/F Meinhardt Arge við Oyggjarvegin, og verður tað framhaldandi John Vilhelm sjálvur, sum fer at standa fyri søluni av Saab-bilunum.

Tá P/F Meinhardt Arge yvirtók Saab-umboðið, yvirtók felagið samstundis goymsluna hjá John P. Vilhelm eins og starvsfólkini.

Í sambandi við samanleggingina vóru fyrisitingarstjórin hjá Opel Danmark, Klaus Kibsgaard, og sølustjórin, Thomas Bruun, í Føroyum.

Opel Danmark, sum frá 1. oktober aftur fer at eita General Motors Danmark, umboðar merkini Opel, Cadillac, Chevrolet og nú eisini Saab.

Klaus Kibsgaard segði tá við Sosialin, at teir halda tað vera skilagott at leggja umboðini av teirra bilmerkjum saman. Hann vísti eisini á, at tað er ein fyrimunur í Føroyum at hava fleiri bilmerki undir sama taki ? eisini hóast hetta vóru bilmerki, ið kappast.

? Sjálvandi vilja vit hava, at bilmerkini hava hvør sín samleika, og at tað skal verða kundanum púra greitt, hvussu hann kemur í sambandi við Opel- ella Saab-umboðið, segði Klaus Kibsgaard.

? Vit síggja eisini stórdriftsfyrimunirnar á umvælingar, viðlíkahalds- og goymslusíðuni. Við at hava fleiri bilmerki undir sama taki ber til at fáa meira burturúr ? bæði hjá fyritøkuni P/F Meinhardt Arge ? men ikki minst fyri kundan, segði stjórin hjá Opel Danmark, Klaus Kibsgaard.