Magnus Gunnarsson
Turbo Injektion Diesel
Leiðslan í Saab hevur leingi verið av tí fatan, at dieselmotorar ikki hóska til teirra bilar. Men tíðirnar eru broyttar, og tá Saab 900 í 1998 skifti navn til Saab 9-3, var ein TiD dieselmotorur við á skránni.
TiD stendur fyri (Turbo Injektion Diesel). Hetta er gjørt í samstarvi við GM, sum nú eigur Saab, og er hesin motorur ein sum Opel eisini brúkar. Motorurin hevur fýra ventilar pr. sylindara, og hevur eina elektroniska pumpu, ið er gjørd í samstarvi við Bosch, sum støvar brennioljuna væl. Motorurin kraftar væl og larmar lítið.
Bilurin kom á marknaðin í 1994 sum Saab 900, og er partvíst bygdur yvir ein Opel Vectra plattform, men er tó sum ein Saab at koyra. Samstundis sum bilurin skifti navn til 9-3 vóru ymsar aðrar broytingar við t. d. kølaragittara, kúfangara og øðrum.
Aktivar nakkapútur
og night panel
Saab eru kendir fyri at gera nógv burturúr trygdini. Teir vóru t. d. teir fyrstu við at brúka styrktar bjálkar í hurðunum, við rulluseðlum, koyriljósum o.s.v.
Saab 9-3 er einki undantak. Setrini framman eru betri og tryggari við teimum nýggju aktivu nakkapútunum hjá Saab, Saab Active Head Restraint (SAHR), ið eru standard útgerð á øllum modellunum. Umframt airbag framman er eisini síðuairbag, ið verjir bæði høvdið og kroppin annars.
Eisini hevur bilurin »Night panel«, sum er ein uppfinning hjá Saab, har tú kanst sløkkja øll ljósini á instrumentborðinum, uttan speedometrið, men tó virka øll ávaringarljósini, tá brúk er fyri teimum.
Hetta er gjørt fyri at tað skal vera meira hvílandi fyri eyguni at koyra í myrkri.
Vit kunnu bert ásanna, at Tid dieselmotorurin hóskar sera væl til Saab 9-3.
Saab 9-3 2.2 TiD
Motorurin4 syl. 16V TiD diesel 115 hk.
0-100 km/t:10,9 sek.
Oljunýtsla:14,9 km/l
Dekkstødd: 195/60-15
stødd og vekt
Longd:462,9 m
Breidd: 171,1 m
Hædd:142,8 m
Eginvekt1375 kg
Prísurkr 240.000
Søluumboð
John P. Vilhelm Sp/f
Yviri við Strond 4
FO-110 Tórshavn