Saab 9-3 Sport Sedan við kvikum dieselmotori

Nýggi Saab 9-3 er størsta kollvelting í søguni hjá Saab. Hóast bilurin hevur sama plattform sum Opel Vectra, hevur hann tó varðveitt alt tað sum eyðkennir ein Saab. Nú fæst bilurin eisini við einum sera kvikum 2,2 litur dieselmotori við 125 hk
Bilar

Magnus Gunnarsson

Saab 9-3 Sport Sedan kom á marknaðin í fjør. Talan er um ein helt nýggjan bil, ið er bygdur yvir sama plattform sum nýggi Opel Vectra.
Hesin nýggi 9-3 Sport Sedan fæst einans sum sedan við 4 hurðum, seinni kemur hann sum stationcar og sum cabriolet. Bæði hvat aktivu og passivu trygdini livir 9-3 Sport Sedan upp til tað sum vit kunnu vænta av einum Saab í 2003.
Umframt ABS bremsuskipan og elektroniska deiling av bremsukraftini (EBD) hevur bilurin eisini Traction Control System (TCS), elektroniskan stabilisator (ESP), mekaniskan bremsuassistent (MBA) og (CBC) ið ger at til ber at bremsa og stýra samstundis, uttan at bilurin glíður út til síðuna. Nógvar ymiskar trygdarskipanir, ið eru innbygdar í bilin, verja bilføraran og tey ferðandi sum t.d. Saab Aktive Head Restraint (SAHR) nakkapúturnar sum verja væl móti skaða á hálsin og nakkan. Saab 9-3 Sport Sedan fæst við besinmotorum frá 150 til 210 hk og einum 2,2 litur TiD (Turbo Injektion Diesel) við 125 hk. Talan er um ein sera kvikan dieselmotor, ið larmar lítið og er eins og ein bensinmotorur at koyra við.

Saab 9-3 Sport
Sedan 2,2 TiD

Motorurin2,2 litur 4 syl. TiD við 125 hk
v. turbo og intercoolara

0-100 km/t10,8 sek

Oljunýtsla15,4 km/l

Dekkstødd195/65-15

Stødd og vekt
Longd463,5 cm
Breidd176,2 cm
Hædd146,6 cm
Eginvekt1425 kg
Viðførisrúm425 litrar


SøluumboðP/F Meinhardt Arge
v. Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel. 345400
www.bilarge.fo