Ása er elst av 9 systkjum, og lærdi hon tí tíðliga at taka ábyrgd og hava umsorgan fyri øðrum. Pápi hennara, Sigurd hevur sagt frá í samrøðu, at longu tá ið Ása var 5 ára gomul, leit hann á hana at senda hana ørindi fyri seg. Hon vaks upp, sum barn í teimum fátæku tríatiárunum og teimum sváru krígsárunum, 1940-45 har pápi hennara sigldi øll krígsárini.
Blaðung fekk hon starv sum servitrisa á Hotel Hafnia, ið Christian Dahl Restorff stovnaði í 1951. Christian Dahl Restorff helt nógv av Ásu, og gav hann henni tað álit at verða bestýrari á Hotel Hafnia tær ferðirnar hann var burturstaddur í forrætningsørindum.
Hon gavst í hesum starvi tá hon bleiv gift við Peturi Midjord úr Fuglafirði. Petur er sonur Rikku og Gordon Midjord úr Fuglafirði. Ása og Petur giftust 21. juni 1958. Tey eiga børnini Ann, Birgith og Gordon Martin. Ann er gift við Poul Jacob Mohr úr Fuglafirði, og eru tey búsett í Fuglafirði. Birgith er gift við Krisjan Christiansen úr Havn, og búgva tey á Argjum. Gordon Martin er giftur við Davis Joensen úr Klaksvík, og búgva tey eisini í Fuglafirði. Ása og Petur eiga 7 barnabørn.
Ása hevur verið nærløgd og arbeiðssom alla sína tíð, og eitt langt skifti rak hon handil í Fuglafirði. Fyrst kolonialhandil og síðani eina gávubúð, ið nevndist "Anbigo", uppkallað eftir børnunum. Síðstu nógvu árini hevur hon tikið mangt takið á skrivstovuni hjá P/F "Sandgrevstri", sum hon hevur rikið saman við manninum og soninum.
Ása er tiltikin gávumild, og eru vit mong, ið við takksemi hava kent fløvan frá hennara gávumildu hondum. Hon hevur eisini verið trúføst ímóti sínum nærmastu, og síðani Martha og Sigurd fóru heim til Harran hevur Ása verið tann savnandi megin í familjuni. Hon fylgir væl við í tí, sum systkini og bróðir- og systurbørnini takast við, og er altíð til reiðar við einum góðum orði ella einari áminning.
Vit tíni nærmastu heilsa tær Ása, og takka tær fyri títt trúfesti og gávumildni, og ynska vit tær og Peturi eitt blítt og gott lívskvøld við Harrans ríku signing. Hjartaliga tillukku við teimum 70 árunum!
Familja og vinir