Sørvingar eru ikki ?fyri nothing?!!
At Sørvingar eru stinnir í flogbólti sást á øllum brøgdum, tí bæði í Meistaradeildini hjá kvinnum og hjá monnum var talan um oddabrøk, og í báðum førum vann heimaliðið SÍ.
Hjá kvinnunum lógu ÍF tvey stig fremri enn SÍ á stigatalvuni áðrenn dystin, so har var talan um dyst, ið SÍ mátti vinna, til tess at halda lív í vónini um FM-gull krúnur.
Og ikki kann sigast annað enn at tað gekk eftir vild hjá unga SÍ liðnum, tí tær vunnu dystin 3-0, og settúrslitini vórðu (25-18, 2516, 25-16).
Hjá monnunum var talan um dyst, ið SÍ helst eisini mátti vinna, til tess at halda sær ájavnt við Mjølni í oddinum. Meðan ÍF hinvegin enn meira hevði brúk fyri at vinna, so at teir eisini kundu blanda seg uppí oddastríðið. Hetta gerst nú trupult, tí eftir tapið móti SÍ í dag, eru heili seks stig upp til SÍ og Mjølnir.
SÍ vann dystin 3-2 í einum sonnum gysara, og settúrslitini vórðu:
(25-22, 24-26, 25-20, 16-25, 15-13)