SÍ vann greitt á KÍF vesturi í Sørvági (FM1)

(FM1) Hoyr Jannu Falkvard hjá SÍ og Zoe Dickson hjá KÍF seta orð á greiða 3-0 sigurin hjá SÍ á KÍF vesturi í Sørvági

##med2##

Sørvágskvinnur vunnu ein greiðan 3-0 sigur á KÍF í bólki 1 í steypakappingini hjá kvinnum í flogbólti. Tað var bara í øðrum setti, at tað var spenningur.

KÍF vann annars 3-0 á TB í Kollafirði farna sunnudag. Bert ein dystur er eftir í bólkinum, og er hann í Sørvági leygardagin 25. januar tá SÍ tekur móti TB.

Fyribils hava SÍ og KÍF trý stig hvør, og TB hevur einki stig í bólki 1.

SÍ-KÍF 3-0 (25-14, 25-22, 25-20)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum.

2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Jannu Falkvard hjá SÍ og Zoe E. Dickson hjá KÍF. Janna undirstrikar, at russiski leikandi venjarin, Julia Kushnikova hevur lyft alt liðið, og nú er tað veruliga stuttligt at spæla aftur. Zoe harmast um, at danski venjarin sum var komin heim til dystin, Lars Engell skuldi síggja KÍF avrika so illa aftaná, at KÍF hevur vunnið í fleiri dystum. 

 

(SÍ-KÍF 3-0: Avgerandi bóltarnir og samrøður við Jannu Falkvard og Zoe E. Dickson)