Ósá vann Fantasy kappingina

Ítróttarskrivarin á Norðlýsinum er best til at seta Premier League Fantasy lið í Føroyum

Til kappingarárið í Premier League í ár, sum farna vikuskiftið endaði, hevur in.fo – ítróttur havt eina deild í tí sokallaðu Premier League Fantasy kappingini.

 

Og nú tá alt er endað, er greitt hvør er farið avstað við fremsta plássinum í kappingini.

 

Talan er um ein føroying, sum serliga er kendur fyri sín kunnleika til fótbólt. Tað er nevniliga eingin annar enn ítróttarskrivarin á Norðlýsinum, Jákup Ósá, ið endaði ovast í kappingini sum in.fo – ítróttur hevur havt í Premier League Fantasy. Jákup Ósá fekk samanlagt 2328 stig fyri tey 38 umførini, sum gevur eitt miðal tal á 61,3 stig pr umfar.

 

Sigast skal at kappingin um fremsta plássið var serstakliga hørð, tí tað var lítið ímillum tríggjar teir fremstu. Á øðrum plássið endaði Rói J. Ellingsgaard av Eiði, ið fekk 2326 stig, meðan føroyski landsliðsleikarin í norska felagnum, Bryne, Rógvi Baldvinsson, endaði á triðja plássið við 2325 stigum.

 

Samanlagt 340 føroyskir spælarar luttóku í kappingini hjá in.fo – ítrótti.

 

 

Topp 10 í kappingini:

1. Stamman (Jákup Ósá), 2328 stig.

2. eggnbacon (Rói J. Ellingsgaard), 2326 stig.

3. Financial Fair Play (Rógvi Baldvinsson), 2325 stig.

4. teitens (Teitur Joensen), 2300 stig.

5. Húskallarnir (Magni Høgnesen), 2285 stig.

6. Razerone (Gert Langgaard), 2272 stig.

7. Maud Pochettino (Kristoffur Sørensen), 2241 stig.

8. Fansajøkul (Beinir Midjord), 2215 stig.

9. Babba (Niklas Reginson), 2214 stig.

10. Trum Trum FC (Marius Johannesen), 2208 stig.