Sótu veðurføst við Mount Everest

Tað eydnaðist í gjár bjargingarliðum at hjálpa umleið 2.000 útlendskum ferðamonnum, sum høvdu verið veðurfastir í einari bygd niðan fyri Mount Everest í fimm samdøgur. Í gjár batnaði veðrið so mikið, at nepalsku myndugleikarnir fingu sent nakrar tyrlur hjá herinum eftir teimum veðurføstu ferðamonnunum.

Teir útlendsku ferðamenninir hava verið veðurfastir í bygdini Lukla, sum vanliga verður roknað sum hurðin til heimsins hægsta fjall.

Vanliga eru nógvir fremmandir ferðamenn við Mount Everest um heystið, og árið í ár er einki undantak, skrivar Reuters.