Fjøruti prosent av bilførarunum sum doyðu í ferðsluni sótu ikki í trygdarbelti.
Ein svensk kanning av deyðsvanlukkum í bili vísir, at 40 prosent av øllum bilførarum, sum doyðu í ferðsluni, sótu ikki í trygdarbelti.
Tá talan er um vanlukkur har ikki onnur akfør eru innblandað, er talið munandi hægri, nevniliga tveir út av trimum. Og sum oftast er talan um mannfólk.
Tølini skulu síggjast í mun til at 96 prosent av bilførarunum í Svøríki nýta trygdarbelti.