Sótu 17 tímar á ísinum

Danski rækjutrolarin Atlantic Enterprise bjargaði tveimum monnum, sum noyddust at neyðlenda á ísinum við Baffin Island

Teir báðir menninir vóru á veg av meginlandinum til oynna Baffin Island, tá tað lítla Cessna-flogfarið fekk trupulleikar við motorinum. Flogfarið var tá nakað sunnan fyri Baffin Island í Eysturkanada, og tað eydnaðist monnunum at seta tað á ein stóran ísflaka.

Kanadiska bjargingartænastan fór alt fyri eitt at leita eftir teimum báðum monnunum, men tá einki var at síggja til teirra, kunngjørdi svenska uttanríkisráðið fyrrapartin í gjár, at báðir menninir vóru deyðir.

Men seinnapartin í gjár fekk eitt flogfar hjá kanadisku bjargingartænastuni eygað á menninar niðri á ísinum. Næsta skip var danski rækjutrolarin Atlantic Enterprise, og tað eydnaðist honum at taka teir báðar menninar av ísinum. Tá høvdu menninir verið á ísinum í 17 tímar.

Ein tyrla kom seinmni eftir monnunum og flutti teir á sjúkrahús. Danin er miðskeiðis í tjúgunum, og sviin er í fimmtiárunum.

-Teir vóru sera hepnir at sleppa livandi frá hesum, og teir grótu av gleði, tá vit komu til teirra, sigur skiparin á Atlantic Enterprise, Bo Mortensen við fjølmiðlarnar. Hann sigur, at menninir høvdu tað gott eftir umstøðunum, men at teir høvdu frostsár á beinunum.