Um stívliga eitt ár fær P/F Thor í Hósvík eina skraddaraseymaða skipaloysn frá P/F Tórshavnar Skipasmiðju. Ein av høvuðsorsøkunum til at stóri sáttmálin varð veruleiki, er at útlendskur undirveitari smíðar skrokkin í Føroyum.
Fyrrapartin mánadagin 17. juli 2006, skrivaðu P/F Thor og P/F Tórshavnar Skipasmiðja undir stóran byggisáttmála í Hósvík. Thor letur smíða stívliga 55 metrar langt veitingarskip, sum felagið skal nýta í virksemi sínum í frálandavinnuni. Skipið er eitt sonevnt kombinerað support/chase-skip, ella eitt veitingarskip, sum tað verður rópt um okkara leiðir. Skipið skal millum annað sigla útgerð til seismikkskip, ið sum kunnugt sjáldan koma til bryggju.
Alt arbeiðið verður gjørt í Føroyum; eisini skrokkurin, sum Tórshavnar Skipasmiðja letur útlendskan undirveitara gera á skipasmiðjuni á Skála. Við at lata alt skipið smíða í Føroyum, heldur Hans Andrias Joensen, forstjóri í P/F Thor, at heimsumfevnandi felagið við høvuðsstøð í Hósvík fær fleiri fyrimunir.
Farið verður undir at smíða veitingarskipið í heyst, og lidna skipið verður ætlandi latið P/F Thor 15. november komandi ár. Sáttmálaupphæddin er tilsamans góðar 75 milliónir krónur.
Kelda: www.skipasmidjan.fo